Andrias Sumberg tilnevndur ársins ítróttareldsál
Í Vágs Kommunu eru okur fegin um, at Andrias Sumberg er tilnevndur sum ársins ítróttareldsál til Ítróttarfagnaðin.
Andrias hevur í nógv ár gjørt eitt stórt arbeiði í Suðuroyar Judofelagið, sum er staðsett í Vági. Við sínum eldhuga, ágrýtni og ótroyttiliga arbeiði hevur hann verið ein týðandi drívmegi í felagnum og hevur verið við til at menna judoítróttin í Suðuroynni.
Gjøgnum sítt arbeiði hevur Andrias skapt eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri bæði børn og ung, har dentur verður lagdur á ítrótt, samanhald og virðir. Hann er ein fyrimynd fyri mong og ein sonn eldsál, sum leggur nógva orku í sjálvbodna arbeiðið fyri felagsskapin.
Vágs Kommuna ynskir Andriasi hjartaliga til lukku við tilnevningini og takkar honum fyri hansara stóra íkast til ítróttarlívið í kommununi og í oynni sum heild.
---
Í samband við tilnevningina, so hevur KVF gjørt eitt innslag. Innslagið sæst her.