TT

Barnaverndartænasta: VIT LEITA EFTIR FOSTURHEIMUM KRING ALT LANDIÐ

03.02.2026

Børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum. Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.
Í løtuni manglar okkum bæði fosturfamiljur og umlættingarfamiljur kring alt landið.

Sum umlættingarforeldur ert tú um eitt ella fleiri børn í nakrar dagar í senn, til dømis annað- ella triðjahvørt vikuskifti. Uppgávan hjá umlættingarfamiljum skal geva barninum støðugar og tryggar karmar umframt at stuðla menningini hjá barninum. Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja.

Set teg í samband við annaðhvørt Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo, telefon 225696, ella við Annu Mariu Troest, sosialráðgeva, á annat@bvs.fo, telefon 214481.

Les um uppgávuna sum fosturforeldur her


Deil á facebook