Heilsumiðstøðin ger mátingar í samband við Virkin Vágur
Heilsumiðstøðin er eisini við í Virkin Vágur. 2. februar millum klokkan 16.30 - 18.30 bjóða fólk frá Heilsumiðstøðini øllum møguleika at gera kropsligar mátingar. Tiltakið er í Vágs Høll.
Í samband við Virkin Vágur, so kunna fólk fáa mált vekt, feitt- og vøddamassa av starvsfólki í Heilsumiðstøðini. Starvsfólkini vegleiða og geva góð ráð til kost og rørslu og bjóða øllum heilsugóðar vørur frá MBM.
Andersen testen
Sum nakað nýtt, so gevur Heilsumiðstøðin fólki møguleika at taka ein konditest, ið nevnist Andersen testen. Testin tekur 10 minuttir, og testin kann gerast sum einstaklingur ella saman við makanum, einum vini ella børnunum.
Máta lungafunktión
Tankin við hesum mátingum er, at fólk kunnu fáa innlit í teirra kropp og hvussu ein er fyri. Heilsumiðstøðin mátar eisini lungafunktiónina, soleiðis at tað við mátingunum ber til at fáa eitt byrjunarpunkt í samband við Virkin Vágur. Tá man so kann gera somu mátingar aftur, tá Virkin Vágur er liðugt, sæst hvat ein mánið við fokus á heilsuna kann geva.
Seinastu mátingarnar verða gjørdar fríggjadagin 27. Februar í Vágs Høll frá kl. 16.30-18.30.