Virkin Vágur 2026 - skráin er tøk
Fyrsta februar fer heilsuátakið hjá Vágs Kommunu, Virkin Vágur, av bakkastokkið fyri sættu ferð. Virkin Vágur er eitt heilsuátak, sum varar allan februar mánað.
Tað var í 2021 at Vágs Kommuna skipaði fyri fyrstu ferð fyri heilsuátakinum. Virkin Vágur er afturvendandi heilsuátakið, sum Vágs Kommuna skipar fyri í samstarvið við fyritøkur, feløg og einstaklingar í Vági.
Grundarsteinurin í Virkin Vágur er ABC boðskapurin fyri sálarliga heilsu hjá Heilsustýrinum. ABC leggur upp til, at ein er virkin, saman og hugbundin, og í Virkin Vágur eru okur virkin, saman og hugbundin í ein heilan mánað. Men tað mest umráðandi fyri okum er, at vágbingar gera Virkin Vágur til sítt. Á hendan hátt fáa øll mest burturúr heilsuátakinum og kunna fáa hetta at passa inn í gerandisdagin, eisini eftir at Virkin Vágur er av.
Virkin Vágur 2026
Virkin Vágur í ár fylgir sama leistið, sum undanfarin ár. Byrjað verður 2. februar og hildið verður á til 28. februar. Hesar dagarnar verður nógv á skrá í Vági. Forvitnisligir fyrilestrar og ymisk heilsutiltøk fylla skránna.
Skráin kann lesast her: Um onkur ynskir at hava skránna útskrivaða, so ber til at fáa skránna útskrivaða í Miðlatún.
Kappingar:
Traditionen tro, so verða aftur í ár ymsar kappingar í samband við Virkin Vágur. Høvuðsvinningurin í ár er eitt summarskeið fyri tvey í Ítróttaháskúlanum í Vági.
Høvuðsvinningin og vikuvinningarnar kunnu øll vinna, um tey deila myndir á Facebook og skriva #virkinvágur2026. Fólk eru vælkomin eisini at skrivað #abcfyrisálarligaheilsu.