Fyrstu digitalu nomadarnir í ár komnir til Vágs
Nú eru fyrstu digitalu nomadarnir í ár komnir til Vágs ígjøgnum Arctic Digital Nomads Grant. Lena og Damian, sum eru úr Póllandi, verða í Vági í umleið tveir mánaðir.
Hetta er annað árið, at digitalir nomadar hava kunnað søkt um at koma til Vágs, og áhugin hevur verið stórur. Í ár komu heili 14.846 umsóknir inn til Arctic Digital Nomads Grant.
Lena arbeiðir við tekstili og design og er í løtuni í gongd við eini verkætlan við ull. Damian er rithøvundur og ritstjóri, sum arbeiðir við eini verkætlan um norðurlendsk oyggjasamfeløg og sambandi millum mentan, stað og frásagnir.
Meðan tey eru í Vági, verður skipað fyri einari verkstovu saman við teimum, ið øll kunnu luttaka á. Meiri kunning um verkstovuna kemur seinni.
Stuðulsmøguleikin, ið digitalu nomadarnir koma gjøgnum, er partur av Coworking for bygdeliv-verkætlanini, ið er stuðlað av NORA.