Nýggjársparola á løgreglustøðini á Tvøroyri
16.01.2026
Í dag var borgarstjórin, Bjarni Johansen, boðin til nýggjársparolu á løgreglustøðini á Tvøroyri. Tiltakið var hátíðarligt, har fútin, Michael Boolsen, tók samanum arbeiðið hjá løgregluni farna árið.
Í hesum sambandi varð eisini handað ein tænastumedalja fyri 25 ára trúgva tænastu. Medaljan varð latin Maritu Poulsen úr Hvalba fyri hennara langa og trúgva starv, sum reingerðingsfólk hjá løgregluni.
Vágs Kommuna takkar løgregluni fyri innbjóðingina og fyri eina hugnaliga løtu.