TT

Nýggja bústaðarverkætlanina á Bøgøtu

09.01.2026

Vágs kommuna fegnast um nýggju bústaðarverkætlanina á Bøgøtu, har ein lokal byggifyritøka nú hevur víst, at tað ber til at byggja rúmligar íbúðir – umleið 100 fermetrar til ein prís á umleið 18.500 krónur fyri fermeturin.

Okur síggja, at bústaðarprísirnir í miðstaðarøkinum eru so høgir, at tað ger tað torført hjá vanligum familjum at keypa sær ein bústað. Tí er tað serliga áhugavert at síggja, at ein lokal byggifyritøka úr Vági nú kann byggja íbúðir, sum eru 100 fermetrar til ein prís á 18.500 krónur fyri fermeturin. Hetta vísir, at við røttu ætlan ber til at skapa góðar og bíligar bústaðarloysnir í Vági, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Tað er gleðiligt, at lokalar fyritøkur taka stig til at gera slíkar verkætlanir. Vónandi síggja okur fleiri slíkar verkætlanir í Vági framyvir. Vágur er ein livandi og framkomin kommuna, har fólk kunnu búseta seg, arbeiða og menna gerandisdagin í einari sterkari og virknaði kommunu.


Deil á facebook