TT

Kavaruddingin

07.01.2026

Síðani seinnapartin er nógvur kavi fallin niður, og enn heldur tað á at kava. Kavaruddingin er í gongd, og gravimaskinan ruddar brekkurnar fram til klokkan 21.00 í kvøld.

Heitt verður á bilførarar um at halda frástøðu til gravimaskinuna, so hon fær arbeitt. Eisini verður heitt á bilførarar um at vera umhugsnir, hvar bilarnir verða parkeraðir, so hesir ikki standa til ampa fyri gravimaskinuna.

Kavaruddingin byrjar aftur í morgin, 8. januar, tíðliga.


Deil á facebook