TT

Seinasti jólagesturin er komin

23.12.2025

Í morgun klokkan 10 legði danska verjuskipið HDMS Vædderen at kai í Vági. Harvið eru allir jólagestirnir hjá Vágs havn komnir.

Umboð frá havnini og havna- og vinnunevndini vóru umborð á Vædderen við onkrum søtum til jólini og bjóðaði allari manningini ókeypis svimjing í Páls Høll.

Vágs Kommuna ynskir manningini hjartaliga vælkomna og eini gleðilig jól.

 

 



Deil á facebook