Jólasmátturnar lata upp fyri seinastu ferð áðrenn jól
22.12.2025
Jólasmátturnar lata nú upp fyri seinastu ferð hesumegin jól og verður tað Vágs Býráð, ið koma at hava opið í smáttunum frá klokkan 15.00 til klokkan 19.00.
Tey bjóða ókeypis bollar, kakao, karamellur og gløgg.
Klokkan 15.00 kemur jólamaðurin á vitjan, og klokkan 16.15 fara Hjalmar og Dagfinn at spæla nøkur løg.
Húsið hjá Handverkarafelagnum er eisini opið, so øll kunnu sita heitt og gott og njóta eina løtu saman.
Vágs Kommuna vil við hesum eisini takka øllum teimum, ið hava staðið trúðføst í jólasmáttunum og selt, og hjálpt at skapa ein eyka jólastemning í Vági óansæð veður og vind.