TT

Jólahugni í Vági fram til jólaaftan

18.12.2025

Jólastemningurin er í hásæti, og frá í dag og fram til jólaaftan er nógv á skránni. Handlar hava longri opið, jólasmátturnar eru opnar hvønn dag, og ymisk tiltøk eru bæði til børn og vaksin.

Longri upplatingartíðir í handlunum

Frá í dag og fram til og við 23. desember hava handlarnir í Vági longri opið og sunnudagin lata handlarnir upp kl. 14.00/15.00 og hava opið til kl. 20.00. Somuleiðis hevur jólasølan hjá Verkstaðnum á Bakka opið fram til og við 23. desember.

Jólasmátturnar

Jólasmátturnar lata upp kl. 15.00 í dag og hava opið hvønn dag fram til og við 23. desember.

SuSvim selur úr smáttunum frá tórsdegnum til sunnudagin 18.–21. desember

Suðuroyar Judofelag selur mánadagin 22. desember

Vágs Býráð bjóðar bollar og kakao mánadagin frá kl. 15 til kl. 19, 22. desember

Sunnudagin 21. desember kl. 15:00 kemur jólamaðurin at vitja við smátturnar.

Jólaverkstova í Vesturgarði

Í Vesturgarði verður skipað fyri hugnaligari og skapandi jólaverkstovu, har ber til at gera jólahjørtur – væl egnað sum gáva ella jólaprýði til heimið.

Verkstovan verður 18., 19. og 20. Desember, kl. 16.00-18.00

Prísur: kr. 25 pr. hjarta, alt tilfar er íroknað

Páls Høll jólaaftan

Páls Høll hevur opið 24. desember frá kl. 08.00 – 10.30, og øll, ið svimja, fáa ein ís í part.

Upplatingartíðir og skrá fyri tiltøk í desember eru at finna her.

 


Deil á facebook