Okur luttaka á Jobmatch 2025
18.12.2025
Týsdagin 30. desember verður starvsstevnan Jobmatch og Vágs Kommuna er við.
Í ár finnur tú okum í bási 14, og okur hava sama endamál sum altíð: at umboða kommununa sum eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, og at varpa ljós á møguleikarnar í vinnulívinum í kommununi.
Kom forbí bás 14
Bílegg eitt JobPrát við okum, ella vitja bás nr. 14 í við Tjarnum. Okur eru áhugað í at hitta tjeg og greiða frá teimum mongu møguleikunum, sum Vágs Kommuna hevur at bjóða. Okur hava nógv áhugavert við í skjáttuni, bæði fyri lesandi og arbeiðssøkjandi.
Á vagur.fo/jobmatch finnur tú yvirlit yvir tær uppgávur og starvsmøguleikar, ið Vágs Kommuna og vinnulívið í kommununi hava at bjóða.
Okur síggjast á Jobmatch!