Trý skip við kai
Í farnu viku komu trý skip á Vág - Astrid úr Danmark, Tuneq úr Grønlandi og Ango, heimahoyrandi í Vági, við kai í Vági, og skipini verða vantandi liggjandi árið út.
Tá jólini nærkast, seta nógv skip kósina heim – til havnir, har tilknýtið er sterkt. Tað sæst í ár aftur á Vágs havn. Umborð á Astrid, sum eisini var við kai fyri kortum, er vágbingur. Á Tuneq er ein av skiparunum búsitandi á Økrum. Ango hevur heimstað í Vági og er komin heim at liggja um jólini. Bæði Tuneq og Ango vóru eisini við kai á Vágs havn á jólum í fjør.
Fyri Vágs havn er tað gleðiligt at síggja øktu ferðslina til havnina – ikki bert frá teimum mongu ferðafólkaskipum og seglbátum, sum ofta hava verið í miðdeplinum, men eisini frá fiskiskipum, sum eru ein týðandi partur. Á Vágs Havn verður arbeitt við at økja virksemi og vinnumøguleikar.
Nú er nærum eitt ár síðani, at okur tóku avgerð um, at skipa starvsfólkaviðurskiftini á Vágs havn á ein annan hátt enn tann, ið var í nógv ár. Tey úrslit, ið longu fyriliggja, t.e. økt skipaferðsla og øking í leigusáttmálum fyri vinnuligt virksemi, benda á, at hetta er rætta loysnin.
Tað er nógv virksemi á kaiini og tað fegnist eg um, og eri takksom fyri, at trý stásilig skip liggja her við kai. Hetta er eisini gott fyri trivnaðin í Vági; nógv eru glað fyri at síggja hesi skipini og vekir tað góð minnir hjá fólki.
Tað er okum nærliggjandi at betra viðurskiftini hjá øllum, ið brúka Vágs havn, og tí arbeiða okur eisini við einari loysn, ið skal lætta um hjá útróðrarmonnum. Harnæst eru fleiri onnur mál á skrá, og arbeitt verður eisini við einari møguligari útfylling, tí nú er næstan onki vinnuøkið eftir. Sigur Marin H. Gårdlykke forkvinna í Havna- og vinnunevndini.
Seinni í vikuni kemur farmaskipið Selvik Ice á Vág við olju til SEV verkið á Oyrunum.