Arbeiðið við ljósmastrunum á Eiðinum er nú byrjað
09.12.2025
Í dag byrjaði arbeiðið at grava út fyri nýggju ljósmastrunum við fótbóltsvøllin á Eiðinum. Hetta er fyrsta stigið í arbeiðinum at betra um ljósviðurskiftini á vøllinum.
Fyri 14 døgum síðan skrivaðu Vágs kommuna og Norcon undir avtalu um at stoypa fundamentir og gera neyðuga jørðarbeiði, sum skulu til fyri at fáa mastrarnar reistar upp.
Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at arbeiðið nú er farið í gongd, og sigur, at hetta verður ein týðandi betring fyri bæði ung og vaksin, ið dagliga nýta vøllin.