TT

Fíggjarætlanin fyri Vágs Kommunu samtykt

27.11.2025

Fíggjarætlanin hjá Vágs Kommunu fyri 2026 varð endaliga samtykt á býráðsfundi 27. november.

Skattaprosentið er lækkar til 20,85 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 6.250 kr. til 6.500 kr.

 

Hesar íløgur verða eftir ætlan gjørdar í 2026

  • Prosjektering av útbygging av heilsumiðstøðini og dagføring av inngongd í heilsumiðstøðini
  • Grøn hitaskipan í ungdómshúsinum
  • Vognrúmið í Eikilund verður dagført
  • Vágs skúli
  • FabLab fær nýggja maskinu
  • Ljóðviðurskiftini í Vágs høll verða betraði
  • Marghøllin
  • Ljósmeistrarnar kring fótbóltsvøllurin á Eiðinum
  • Asfaltering av Fossavegi og Vágsvegi
  • Vegur um Hvanndalsá
  • Kloakætlanin
  • Sølutorg á havnalagnum
  • Nýggjan pulartar á Smyrlakaiini
  • Skifta tak á Miðlatúni

 

Íløgurnar í yvirskipaðum tølum (í 1.000)

§ 2 Almmanna og heilsumál              400 kr.

§ 3 Børn og ung                                 900 kr.

§ 4 Undirvísing                              12.070 kr.

§ 5 Mentan og frítíð                         5.300 kr.

§ 6 Tekniskmál                                4.350 kr.

§ 7 Kommunalvirki                          2.000 kr.

Íløgur í alt                                      25.020 kr.

 

Raksturin av Vágs Kommunu kostar í 2026 (í 1.000)

§ 1 Kommunalafyrisitingin             7.265 kr.

§ 2 Almanna & Heilsumál            33.225 kr.

§ 3 Børn & Ung                             1.265 kr.

§ 4 Undirvísing                              5.880 kr.

§ 5 Mentan og frítíð                       8.778 kr.

§ 6 Teknisk mál                             5.415 kr.

§ 7 Kommunal virki                       5.555 kr.

Rakstur í alt                                 77.383 kr.

 

Nettoskuldin hjá Vágs Kommununu er dags dato 25,2 mió. kr., ið er 32% av lániheimildini. Vágs Kommuna rindar 2 mió. kr. árliga niður av skuldin. Samtykt varð, at Vágs Kommuna kann lána upp til 20 mió. kr. um tað gerst neyðugt.


Deil á facebook