Avtala at gera fundamentir til ljósmastrar við fótbóltsvøllin í Vági undirskrivað
Í gjár varð avtala undirskrivað millum Vágs Kommunu og byggifyritøkuna Norcon úr Vági um at fara í gongd við arbeiðinum at gera fundamentir og jørðarbeiði til nýggjar ljósmastrar við fótbóltsvøllin vestri á Eiðinum.
Talan er um eina verkætlan, sum hevur stóran týdning fyri ítróttarumhvørvið í Vági. Við nýggju ljósmastrunum verða umstøðurnar á vøllinum munandi betri, serliga í myrku árstíðunum, har ljós er ein avgerandi treyt fyri bæði venjing og kapping.
Vágs Kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra karmarnar hjá ítróttinum í bygdini, og hetta arbeiðið er enn eitt stig á leiðini at menna økið. Kommunan leggur dent á, at nýggju ljósmastrarnar fara at betra um dagliga virksemið hjá ítróttarfelagnum og øllum, sum nýta økið.
Norcon, sum hevur høvuðssæti í Vági, fer at standa fyri arbeiðinum. Fyritøkan hevur nógv arbeiði at vísa á innan bygging, og sigur seg vera fegina um at kunna loysa uppgávuna í heimbygdini.
Tað var borgarstjórin Bjarni Johansen og Rúni Eyðunsson og Hjalmar Magnussen frá Norcon sum undirskrivaðu avtaluna.
Arbeiðið við ljósmastrunum fer væntandi í gongd í næstum, og verður roknað við, at ljósini kunnu takast í nýtslu næsta ár.