Gróðurseting kring Eikilund
Fyrr í ár søkti Vágs Kommuna um stuðul til viðarvøkstur. Umsóknin varð gingin á møti, og kommunan fekk játtað 150.000 kr. til gróðurseting av trøum og runnum kring barnagarðin Eikilund.
Fyrireikingarnar til gróðursetingina eru gjørdar í samstarvi við gartnarafyritøkuna Hjálpirót og dagstovnaleiðsluna, har dentur er lagdur á at skapa eitt náttúrøki norðanfyri barnagarðin við hóskandi trøum og runnum. Eisini eru avsett økir kring Eikilund, har trø og runnar verða gróðursett. Lívd er gjørd til gróðurin, og serligt atlit er tikið til, at bæði trø og runnar tola føroyska veðrið við Kráir.
Seinni er ætlanin, at rásir verða lagdar í økið norðanfyri og at benkrir og annar spælireiðskapur verða sett á økið.
Sjálv gróðursetingin byrjaði í dag, har starvsfólk hjá Hjálpirót hava staðið fyri arbeiðinum. Arbeiðið hevur gingið væl og hevur verið til stóra gleði fyri børnini í barnagarðinum, sum áhugaði hava fylgt við.