TT

Havna- og vinnunevndin vitjar vinnulívið í Vági

19.11.2025

Havna- og vinnunevndin og vinnumennarin hjá Vágs kommunu vitjaðu í dag Radioservice hjá Sævari Haldórsson og Toystovuna hjá Jónu Dahl. Væl varð tikið ímóti okkum og prátið gekk væl.

Báðar fyritøkur hava virkað í Vági í nógv ár; Sævar greiðir frá, at hann keypti bygningin har Radioservice er, í 1995 og Jóna greiðir frá, at Toystovan flutti í núverandi hølir í 1989, og teimum hevur dámt væl at verið vinnurekandi í Vági.

Toystovan verður væl vitjað og nógv ferðandi, ið vitja Suðuroynna, koma inn á gólvið í Toystovuni. Sigast kann, at fyri føroyingar er Toystovan eitt ferðamál í sær sjálvum, tí nógv koma suður fyri at keypa klæðir og skógvar í Toystovuni í Vági.

Í løtuni gera Jóna og dóttirin Diana klárt at fyrireika sølubás teirra til tiltakið Jólabrell, ið VB fyriskipar í Vágs høll hetta vikuskiftið.

Sævar bjóðaði okkum ein kaffimunn í kaffistovuni og har var, sum vant, nógvir góðir menn og fingu sær kaffimunn og eitt gott prát.

Sævar greiðir frá, at nú hann er vorðin eitt sindur eldri, eru uppgávurnar ikki eins nógvar; reparatiónir eru fáar av longur, tí tað mesta verður skift út ístaðin fyri at umvæla. Men hann hevur framvegis sølu og veitir góða tænastu til teirra, ið hava tørv á uppseting og fínstilling av sjónvarpi, útvarpi v.m.

Endamálið við vinnuvitjanunum er at fáa prát við tey, ið reka fyritøkurnar í Vági, og hoyra um dagligu gongdina og um tað er nakað, ið nevndin fær stuðlað við. Eisini hevur tað týdning at vísa lokalu fyritøkunum áhuga, tí umframt at skapa arbeiðspláss skapar hetta eisini trivnað og fjølbroytni í nærumhvørvinum.

Ætlanin er, at havna- og vinnunevndin skal vitja allar fyritøkur í Vági og um tað er ein fyritøka, ið hevur okkurt átroðkandi mál at taka upp, ber altíð til at seta seg í samband við limir í havna- og vinnunevndini ella vinnumennaran hjá Vágs kommunu.



Deil á facebook