TT

Seinasti eldradagur í ár

15.11.2025

Kl 11 í dag var seinasti eldradagur sum Vágs Kommuna skipar fyri í ár.
Dagurin var hildin í Garðslon, borgarstjórin Bjarni Johansen bjóðaði vælkomin, og síðan tók Sámal Midjord yvir og leiddi eldradagin.
Á skránni var brunch, sangur og fyrilestur. Orði á borði stóð fyri sanginum.

Arnfinnur Thomassen hevði ein fyrilestur um 95 ára gomlu gátuna um trolarin undir Beinisvørði. Tað vóru møtt eini 75 fólk upp, til hesa hugnaligu løtuna.

Tað eru 2 eldradagar um árið, tann fyrri er í februar/mars og tann seinni er í novenber. 

Eldradagurin er fyri fólk sum hava fylt 60.

Tað eru nógv tilboð til fólk sum eru 60+ í Vági. Ein ítrivskalendari liggur á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu. 



Deil á facebook