TT

Fíggjarleiðari til Vágs Kommunu, tíðaravmarkað fram til 31. desember 2028

10.11.2025

Droymir tú um at stýra fíggjarligu avrikini í eini kommunu? Hevur tú ein brennandi áhuga fyri tølum og eitt nærlagt, analytisk tev? So hevur tú møguleikan at gerast okra nýggi fíggjarleiðari.

Vágs Kommuna leitar eftir einum ágrýtnum og framsøknum fólki, sum kann leiða okra fíggjardeild við innliti, neyvleika og innovativum loysnum.

Starvið sum fíggjarleiðari er tíðaravmarkað fram til 31. desembur 2028 og væntað verður, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, har tú, sum fíggjarleiðari, kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnar í kommununi og politiska myndugleikan.

Sum fíggjarleiðari hevur tú ábyrgdina av fíggjardeildini, ið, umframt tjeg, telur tvey starvsfólk. Tú kemur at arbeiða tætt saman við leiðsluni, ið er borgarstjórin, býráðsskrivarin, tekniski leiðarin og trivnaðarleiðarin.

Um tú elskar at arbeiða við tølum og tú strembar eftir at optimera og menna fíggjarstýringsprosessir, so ert tú tann, okur leita eftir!

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a., at:

  • gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap.
  • gera fíggjarligar greiningar, frágreiðingar og hagtøl.
  • umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiðið og fyrifallandi skrivstovuuppgávur.
  • tryggja fíggjarliga raksturin í kommununi.
  • gera tilfar til politiska viðgerð.
  • gera tilfar, ið skal miðlast innan- og uttanhýsis.
  • ráðgeva kommunustýrinum í fíggjarligum spurningum.

Okur ynskja okum, at tú:

  • hevur viðkomandi miðallanga útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring.
  • viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan.
  • hevur góðar førleikar innan kunningartøkni og til amboð innan fíggjarstýring.
  • dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu.
  • tolir skiftandi arbeiðstrýst.
  • ert ágrýtin og arbeiðir miðvíst og málsøkið.
  • dugir væl við fólki og hevur evni og hegni at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.

Fíggjarleiðarin arbeiðir við skipanum í Búskaparskipan Landsins og kommunuloysnini frá Formula, m.a. Microsoft Dynamics, Totalview, Løttløn, Jornalskipan 360, e-váttan og Power BI.

Setanarviðurskifti

Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella BLF. 

Bygnaðarliga er starvið skipað undir býráðsskrivaranum. Starvsbyrjan er skjótast til ber, og starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30.

Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2028.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Petry H. Mortensen, býráðsskrivara, á telefon 733008 ella á telduposti petry@vagur.fo

Skrivlig umsókn við prógvum og lívsrensli skulu sendast inn her. Freistin at søkja er 25. november 2025.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.


Deil á facebook