TT

Seinasti eldradagur í ár verður leygardagin 15. novembur í Garðslon

12.11.2025

Nú nærkast til seinasta eldradag, sum verður leygardagin í Garðslon frá kl 11.00-13.00. Eldradagarnir eru ætlaðir borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri.
Á skránni er brunch frá Matstovuni Garðslon. Arnfinnur Thomassen hevur ein áhugaverdan fyrilestur um 95 ára gomlu gátuna - um trolarin undir Beinisvørði. Orðið á borðið luttekur við sangi.
Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis at luttaka.


Deil á facebook