Vágs Býráð hevur samtykt at seta ljósmastrar upp við fótbóltsvøllin
Vágs Býráð hevur samtykt at fara undir at seta ljósmastrar upp við fótbóltsvøllin í Vági. Hetta er liður í eini longri ætlan hjá Vágs Kommunu at betra og menna ítróttarumstøðurnar í kommununi.
Vágs Kommuna hevur í longri tíð arbeitt við at fyrireika arbeiðið, og samtyktin merkir, at arbeiðið nú kann fara í gongd. Uppsetingin av ljósmastrunum er eitt krav, sum Fótbóltssamband Føroya setir til feløgini, sum spæla í bestu og næstbestu deildini. Hetta tryggjar, at dystir kunnu spælast undir góðum ljósi.
Við hesum stigið verður eitt stórt fet tikið í at dagføra vøllin og skapa enn betri karmar fyri bæði leikarar og áskoðarar.
Aðrar íløgur vestri á Eiðinum
Eisini verða aðrar íløgur gjørdar vestri á Eiðinum í næstum. Arbeitt verður við at fyrireika ein nýggjan stórkøk, og gólvið í Vágs Høll verður skift í komandi ári.
Somuleiðis hevur VB húsið fingið nýtt gólv, og aðrar dagføringar eru gjørdar, sum skulu lyfta umstøðurnar og tryggja, at bygningurin heldur fram at nøkta tørvin hjá ítróttar- og felagslívinum í Vági.
Við hesum íløgum vísir Vágs Kommuna, at hon leggur dent á at menna og varðveita góðar karmar fyri ítrótt, trivnað og virksemi í kommununi.