TT

Hoyring um nýggja moldgoymslu vesturi á Eiðunum

24.10.2025

 

Vágs Kommuna er farin undir eina tilgongd at skipa fyri einari nýggjari moldgoymslu, nú moldgoymslan í Porkeri verður stongd. 

Moldgoymslan verður staðsett á matr. 27 og matr. 471b vesturi á Eiðinum, har gamla moldgoymslan lá, og verður hon gjørd í ymiskum stigum, sí myndir her.

Vágs býráð samtykti 25. september at leggja ætlanina út til hoyring, vegna at ætlanin hevur ein almenna áhuga og kann ávirka onnur enn nærmastu grannar. 

Viðmerkingar skulu sendast til vagur@vagur.fo innan 7. november 2025. 

Um har eru spurningar og ivamál, ber tað til at seta seg í samband við Vágs Kommunu  á vagur@vagur.fo ella ringja 663000

 

 

 


Deil á facebook