TT

14.846 søktu um Arctic Digital Nomads stuðulin

17.10.2025

Ónskvøldið lukkaði umsóknarblaðið til stuðulsmøguleikan Arctic Digital Nomads Grant. 14.846 umsóknir komu inn, har av 5.961 ynskja at koma til Vágs og 4.429 hava ikki ein avísan stað valt.

Aftur í ár hevur Vágs Kommuna bjóða fólki, sum arbeiða ella kunnu arbeiða fjararbeiði, tey sum á enskum verða kallaði digitalir nomadar, møguleika at flyta til Vágs, Geiranger fjørðin í Noregi og Þingeyri í Íslandi. Og í ár var undirtøkan met høg. Heili 14.846 umsóknir komu inn og fevndi hesar um í alt 20.461 fólk, harav vóru 807 børn.

Arctic Digital Nomads Grant bjóðar fólki møguleikan at flyta til eitt útjaðarasamfelag í ein til tríggjar mánaðar. Hesa tíðina kunnu fólkini útinna sítt vanliga arbeiði, bara sum fjararbeiði, meðan tey uppliva tað sum hesi útjaðarasamfeløg hava at bjóða - fólk, mentan, upplivingar, náttúru - ja gerandisdagin.

Okur eru óalmindiliga stólt av verkætlanini, og undirtøkan er nógv størri enn okur nakrantíð droymdu. Okur hildu at verkætlanin var stór í fjør, tá góðar 700 umsóknir komu inn til nøkur fáa pláss á hvørjum staðið. At tað so í ár komu næstan 15.000 umsóknir er ikki heilt til at skilja, tað vísir so eisini potentialið í hesum útjaðarasamfeløgum. Sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari.

Nú fara starvsfólk hjá Vágs Kommumu at velja umsøkjarar úr rúgvuni, sum so fáa møguleikan at flyta til Vágs í ein til tríggjar mánaðar. 5.961 av umsøkjarunum ynsktu at koma til Vágs.

Arctic Digital Nomads Grant er stuðlað av NORA og samstarvspartarnir eru Vágs Kommuna (Føroyar), Samfélagsmiðstøðin á Þingeyri (Ísland) og Geirangerfjord World Heritage Foundation (Noreg).


Deil á facebook