TT

Frumsúning av filmsbrotum

13.10.2025

Í kvøld var frumsýning av filmsbrotum úr filmsavnunum hjá Sævari og Paula.

Næsti partur av listaverkætlanini Ljósið millum okkum byrjaði í kvøld, tá filmsbrot úr filmsavnunum hjá Sævari Haldórssyni og Paula Poulsen vórðu víst í vindeygunum á gomlu krambúðini á Gørðunum. Filmsbrotini vísa ymiskar hendingar úr Vági gjøgnum mong ár.

Filmsbrotini verða víst hvørt kvøld millum klokkan 19.00 og 22.00 fram til sunnudagin. Talan er um fýra ymiskar sýningar, sum verða spældar í fýra stórum vindeygum í senn. Hvør sýning er samansett av ymiskum filmsbrotum og varir umleið 30 minuttir.

Annaðhvørt kvøld – t.e. ónskvøldið, fríggjakvøldið og sunnukvøldið – verða nýggjar sýningar at síggja. Sunnukvøldið verða allar sýningarnar tó vístar.

Vágs Kommuna vónar, at fólk leita sær oman til gomlu krambúðina at uppliva hesi serstøku filmsbrot.

Triðji partur av listaverkæltanini verður leygarkvøldið, tá tvær sýningar av heimildarfilminum verða vístar. Sýningarnar eru ókeypis, men ein má ogna sær atgongumerki á billett.fo.

Listaverkætlanin er samstarv millum Vágs Kommunu og hálendsku listafólkini Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens


Deil á facebook