TT

Konsert við lokalum tónleikarum í Vági

10.10.2025

Fríggjakvøldið 24. oktober verður ein forkunnug konsert á altanuni hjá Jugga í Vági, har lokalir tónleikarar fara at skapa serligan stemning og lív í miðbýnum.

Tiltakið er stuðlað av Økistónum, sum hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum. Økistónar stuðlar konsertum, ið millum annað styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið.

Konsertin í Vági er ein liður í hesum arbeiði, har lokalir tónleikarar fáa høvi at vísa sítt virði og skapa góðar tónleikaupplivingar fyri bygdarfólk og gestir.

Meira kunning kemur.


Deil á facebook