TT

Páls Høll fyllir 10 ár – hátíðarhald fríggjadagin 17. oktobur

08.10.2025

Fríggjadagin 17. oktobur verður hátíðarhald í samband við, at Páls Høll fyllir 10 ár.

Hátíðarhaldið er fyri bæði stór og smá. Kaffi, kaka og sunkist verður bjóðað á degnum, og tað er ókeypis svimjing allan dagin.

Skráin fyri dagin
kl. 11:00 Páls Høll opnar
kl. 12:00 Bjóða verður kaffi, kaka og sunkist
kl. 14:00 Borgarstjórin, Bjarni Johansen sigur nøkur orð
kl. 16:30 Lutakast um vikuskiftið á Brim – millum øll, ið hava svomið gjøgnum vikuna
kl. 17:00 Páls Høll steingir

Í sambandi við dagin vitjar eisini Pál Joensen, ið høllin ber heiti eftir.

Styrki Fitness verður partur av hátíðarhaldinum og bjóðar:
Ókeypis venjing allan dagin
Vegleiðing í venjingarútgerð frá kl. 15–17
Lutakast um vinning við vøru frá Styrki, millum øll ið vitja gjøgnum dagin
Tilboð á degnum:
Bodylab Whey 1000g einans 299 kr.
Bodylab greytur einans 100 kr.
Øll pull-up elastik –50%

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda 10 ára dagin hjá Páls Høll.


Deil á facebook