
Fundir um kommunalu ferðavinnuætlanirnar
01.10.2025
Í samband við, at kommunurnar skulu lata inn kommunalar ferðavinnuætlanir til Landsstýrið áðrenn ársskiftið, verða heimfólk, festarar og hagastýrir bjóða á fund. Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum.
Á fundunum verður greitt meira frá ferðavinnuætlanini, um arbeiðið hjá Suðuroyrar Ferðavinnufelag og síðani verður lagt upp til prát, viðmerkingar og spurningar.
Yvirlit yvir fundirnir:
- Vágs Kommuna: mánadagin 6. oktobur kl. 19.00 í Miðlatúni
- Porkeris Kommuna: Tórsdagin 9. oktobur kl. 19.00 í Húsinum við Á
- Hvalbiar Kommuna: Týsdagin 14. oktobur kl. 19.00 í Royn høllini
- Fámjins Kommuna: Tórsdagin 23. oktobur kl. 19.00 í Vesturhøll
- Hovs Kommuna: Nærri kunning kemur seinni
- Sumbiar Kommuna: Nærri kunning kemur seinni
Borgarar, sum ikki kunnu møta til fundin í egnari kommunu, kunnu møta á fundi í aðrari kommunu.