
ABC vikan í Vági 6-12 oktobur 2025
01.10.2025
Frá 6-12. oktobur verður ABC vikan í Vági. Hetta er ein vika, har okur fara at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna.Tað er eitt heilsuátak sum Heilsustýrið skipar fyri, saman við øðrum ABC samstarvsfeløgum. Vágs kommuna er ein av hesum samstarvspartnarum.
Tað eru fleiri tiltøk á skrá, bæði rørslutiltøk við Hvistuni og svimjing í Páls Høll, men eisini tiltøk har man er meira hugbundin saman við øðrum. Eitt nú at royna alskyns spøl saman við TableTop Suðuroy ella at koma saman at binda í Miðlatúni.
Skráin fyri ABC vikuna:
Mánadagur 6. oktobur:
- Ókeypis morgunsvimjing í Páls Høll 08.00-10.00
- Heilsutúrur við Hvistuni kl 17.00, byrja verður við Miðlatún
Týsdagur 7. oktobur:
- Run on Beer: Finn skógvarnar fram – og kom við ein hugnaligan túr! Okur byrja við Biskupskelduhúsið kl 19.00. Renna ella ganga í 15 min út og heim aftur til Biskupskelduhúsið. Tá vit eru afturkomin, bjóðar Biskupskelda smakkiroyndir av teirra øl.
Ónsdagur 8. oktobur:
BROYTING: Tiltakið verður flutt til heystfrítíðina
- Bind eina serliga nissuhúgvu til JAVNA: Kom við til eina hugnaliga bindiløtu, har okur binda nissuhúgvur
Okur hava uppskriftina frá JAVNA – og sjálvandi eisini okkurt gott afturvið. Tú hevur við tær: tógv ella tógvrestir í jólaligum litum, og hóskandi stokkar nr. 4,5 og 5. Í Miðlatúni frá kl 16.00-18.00
Tórsdagur 9. oktobur:
- Ókeypis morgunsvimjing 08-10 & kvøldarsvimjing í Páls Høll 18-22
- Heilsutúrur við Hvistuni kl 17.00, byrja verður við Miðlatún
- TableTop Suðuroy: kl 19.00, Bøgøta 3. TableTop bjóðar inn til eitt kvøld fullt av spølum og hugna. Kom og royn um hetta er nakað fyri teg. Tú kanst royna nógv ymisk spøl, fáa góð ráð frá royndum spælarum og njóta okkurt leskiligt afturvið. Tað er nakað fyri øll – børn, ung, vaksin og familjur.
Sunnudagur 12. oktobur:
- Ókeypis morgunsvimjing í Páls Høll 8.30-11.00