TT

Michael í Lágabø settur sum leiðandi húsavørður

25.09.2025

Í summar søkti Vágs Kommuna eftir einum leiðandi húsavørði. Tá freistin at søkja var úti, høvdu fimm menn søkt og avgjørt varð at seta Michael í Lágabø í starv.

Michael er 49 ára gamal og útbúgvin timburmaður. Seinastu árini hevur Michael verið sjálvstøðugur vinnurekandi.

Michael byrjaði í starvinum mánadagin 15. Septembur.


Deil á facebook