TT

Hollendsku listafólkini koma aftur til Vágs

19.09.2025

Frá seint í september til seint í oktober koma tey trý hollendsku listafólkini Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens aftur til Vágs við eini nýggjari verkætlan. Hendan verkætlanin er gjørd við tilfari frá videosavninum, sum Sævar Halldórsson og Pauli Poulsen hava savnað í 40 ár.

Aftur til Vágs
Í 2022 vitjaðu vit fyrstu ferð í Vági og vórðu bergtikin av bygdini og samfelagnum. Á heysti 2023 búðu vit í Vági í 3 mánaðir, har vit arbeiddu við felags listaverkætlanini Tíðin millum okkum. Nøkur av hesum eru úrslit av hesi verkætlan: Sitimátturnar í Miðlatun, ein stuttfilmur um Vágs kommunu og fleiri ljóðsøgur, sum kunnu upplivast á ymiskum støðum í Vági.

Á Gørðunum verður bæði vístur stuttfilmur og ein videoinstallasjón, sum er eitt úrslit av arbeiðinum tey hava gjørt. Næmingar úr Vágs Skúla fara eisini at skapa síni egnu verk við íblástri av savninum og Ruth Smith.

Frumsýning av heimildarfilminum verður leygardagin 18. oktober – nærri kunning kemur skjótt!


Deil á facebook