
Vágs havn luttók á Seatrade Europe
Í vikuni hava umboð frá Vágs Kommunu og Vágs Havn luttikið á cruise-ráðstevnuni Seatrade Europe.
Síðst í 2022 fór kommunan undir at arbeiða miðvíst við at fáa ferðafólkaskip til Vágs. Arbeiðið tekur tíð, men úrslitini síggjast longu. Í 2023 og 2024 vitjaði eitt ferðafólkaskip hvørt árið, og í ár vitjaðu seks skip Vág – sjey skuldi koma, men eitt mátti geva avboð orsakað av veðri.
Ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri vitjanir er at luttaka á ráðstevnum sum hesi. Har verða knýtt sambond við reiðarí og avgerandi samstarvsfólk. Vágs Havn og aðrar føroyskar havnir vísa seg fram á felags bási undir heitinum Cruise Faroe Islands.
Aðalmálið við at fáa ferðafólkaskip til Vágs er at stuðla undir menningini av ferðavinnuni, styrkja vinnulívið og skapa nýggjar tænastur og tilboð, sum gagna bæði vágbingum og ferðafólkum.
Seatrade eydnaðist væl. Okur fingu fleiri góð og viðkomandi prát við reiðarí, sum longu sigla á Føroyar, og við reiðarí, sum ætla at taka Føroyar við í teirra skráir. Men ein má vera tolin – fleiri reiðarí vístu á, at skránnar fyri 2027 eru um at verða endaliga lagdar. Sigur Magnus Pauli, trivnaðarleiðri.
Í 2026 hava átta skip longu boðað frá, at tey vitja Vág, og vónin er, at fleiri fara at leggjast afturat


