TT

Nýtt kvøldskúlaskeið: Seyma tín egna møttil til føroysku klæðini

09.09.2025

Hóast almenna tilmeldingin til kvøldskúlan byrjar tann 22.septembur kl. 10.00, ynskja vit at seta gongd á hetta kvøldskúlaárið við einum nýggjum skeiði
Seyma tín egna møttil til føroysku klæðini.

Kostnaður: 450,- íroknað er spenni, men tilfar hevur ein sjálv við.

Undirvísari: Anja Elisabeth Johansen

Staður: Fab-LabByrja: tann 19.sep kl 17.00

Skeiðsdagar eru:

19-20. september, frá kl. 17.00-21.00 og 10.00-17.00

26-27. september, frá kl. 17.00-21.00 og 10.00-17.00

Tú meldar teg til við at senda ein teldupost til:
Kvoldskulin@vagur.fo
Freistin at melda seg til er týsdagin 16.september


Deil á facebook