TT

Ungfólk í arbeiði í summar

05.09.2025

Í summar hevur tekniska deild hjá Vágs Kommunu havt nógv ung í arbeiði – uppgávurnar hava verið at fríðka og viðlíkahalda í bygdini.

Hvørt ár, tá summarið nærkast, er stórt viðlíkahaldsarbeiði, sum skal gerast í bygdini. Í flestum førum er tað arbeiði, ið best ber til at gera, tá veðrið er hóskandi til útiarbeiði. Tvey ung verkafólk byrjaðu tíðliga í starvi hjá Vágs Kommunu, og um jóansøkutíð byrjaði átakið Ung í arbeiði, har 36 ungdómar fingu arbeiði.

Ungdómarnir hava gjørt eitt framúr arbeiði við at fríðka Vág í gjøgnum Ung í arbeiði. Uppgávurnar hava verið nógvar – frá at mála til ruddan, reinsa gøtir og at taka upp. Ungu verkafólkini hava verið við til at sláa grønuøkini og í fyrireikingum til summarið og tey tiltøk, sum hava verið í Vági. Eisini hava tey loyst ymiskt fyrifallandi arbeiði, meðan starvsfólk á tekniska økinum hava havt feriu.

Okur eru væl nøgd við arbeiðið hjá hesum ungdómi. Tey hava verið røsk og ágrýtin at fáa uppgávurnar avgreiddar – nakað okur veruliga gleðast um og síggja aftur. Tað er eisini umráðandi, at ungdómar fáa møguleika at nema sær arbeiðsroyndir og tjena sær nakrar krónur í summarferiuni, áðrenn skúlagongdin í fólkaskúlanum byrjar aftur. Okur takka eisini ungu verkafólkunum fyri gott arbeiði og ynskja teimum góða eydnu við lestrinum á universitetinum í Danmark og Noregi.

Planlagda arbeiðið við at viðlíkahalda og fríðka heldur fram tað, sum eftir er av summarinum – so leingi sum veðrið loyvir arbeiði uttandura.


Deil á facebook