
Árligi Johannudagurin í Vági nærkast
Hetta vikuskifti 5. og 6. septembur, verður skipað fyri Johannudøgum í Vági. Tað er felagið Johanna TG 326, sum saman við Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommunu, fyriskipað Johannudagin.
Fyrireikingarnar eru í gongd og sum sæst í skránni, so hevur Johannudagurin nógv at bjóðað uppá. Byrjað verður longu fríggjakvøldið við syngið við á fjørðinum. Um veðrið ikki er tilvildar, so verður syngið við í Tjaldinum. Aftaná verður føroyskur dansur saman við Jómsvíkingum. Fríggjakvøldið endar við eini quiz í Tjaldinum.
Leygardagin verður stóra vatnkríggið á kaiini. Eisini verða aldargomlu grindabátarnir á fjørðinum, um veðrið er tilvildar. Høvið verður at vitja skipini, sum liggja við kai. Børnini og barnsligar sálir kunnu fara á skattaveiðu og síggja livandi havdjór í fiskakørum. Í kappróðrarneystinum verða forvitsnisligir fyrilestur, har Arnfinnur Thomassen fer at greiða frá tá hann vitjaði í Rye, har sluppin Johanna varð bygd.
Johannudagurin endar við grillkvøldi og bryggjudansi, har Tónar spæla.
Johannudagurin varð fyrstu ferð fyriskipaður í september 2021 og avgjørt varð, at hesin dagurin skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági. Í høvuðsheitum snýr dagurin sjeg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.
Lesið skránna her.