
Tveir nýggir handlar latið upp á Torginum í Vági
04.09.2025
Torgið í Vági hevur fingið nýtt lív og økt um úrvalið, nú tveir nýggir handlar hava latið upp á 2. hædd.
Í dag vóru umboð frá Vágs kommunu á gátt og ynsktu eigarunum hjartaliga til lukku við nýggju handlunum.
Fyrsti handilin er Thomas Dam Intersport, ið bjóðar eitt breitt úrval av ítróttarklæðum og útgerð til bæði børn og vaksin.
Hin nýggi handilin er Eina, ein hugnaligur og sermerktur handil, sum leggur dent á brúksting, møblar og gávulutir í avmarkaðum nøgdum
Samstundis er matvøruhandilin á 1. hædd dagførur, so hann er meira nútíðarhóskandi.
Á Torginum verður sagt, at vøruúrvalið verður víðkað sum tíðin líður. Samstundis hátíðarheldur Thomas Dam Intersport upplatingina við serligum tilboðum – bæði í dag og restina av vikuni.
