TT

Mennandi ferð til Íslands við denti á cruisevinnu

20.08.2025

Fyrst í august var Havna- og vinnunevndin saman við mennarinum hjá Vágs Kommunu í Íslandi. Hesin túrurin hevði fyrst og fremst til endamáls at fáa íblástur til at menna cruisevinnuna í Vági og síggja, hvussu onnur arbeiða við hesi vinnu. Høvið var eisini nýtt til at vitja onnur áhugaverd støð fyri at fáa so nógvan íblástur sum gjørligt við heim.

Á ferðini upplivdu tey, hvussu ymiskar havnir og býir arbeiða við at taka ímóti ferðafólki, tryggja góða tilgongd og samstundis menna trivnað og vinnulív á staðnum.

Í Ísafirði sást, hvussu ein býur við umleið 2.500 íbúgvum kann skipa seg til at taka ímóti næstan 200 ferðamannaskipum um summarið. Á vitjanini hittu tey lyklapersónar innan havn, býráð og vinnu, sum greiddu frá, hvussu samstarv, greiðar mannagongdir og burðardygg tilgongd gera tað møguligt at handfara fleiri túsund ferðafólk um dagin uttan ruðuleika. Hetta hevur havt jaliga ávirkan á tilgongdina í býnum og skapt fleiri størv.

Harumframt var høvið nýtt at uppliva býin og umhvørvið við vitjan í modernaðu kirkjuni, á Savnshúsinum, á Bólafjalli og við at royna nýggjar ferðsluloysnir, eitt nú elektronisk rennuhjól.

Frá Vestfirðum gekk leiðin til Suðurlandi. Í Keflavík var vitjað á eldraheiminum Nesvellir, har ein íbúgvi sýndi runt og vístu tær góðu umstøðurnar hjá borgarunum.

Í Reykjanes Havn var fundur við havnastjóran Halldór, og Hjört, formann í vinnu- og havnanevndini. Har varð greitt frá, hvussu havnin samstarvar við aðra fyritøku um at marknaðarføra havnaøkið og trekkja fleiri ferðamannaskip til staðið. Reykjanes Havn fær í løtuni umleið fýra ferðamannaskip um árið.

Eisini varð vitjað í Grindavík, eitt samfelag, sum eftir fleiri eldgos hevur upplivað eina ógvusliga minking í fólkatali úr umleið 3.700 niður í umleið 1.000 fólk við skrásettari bústað í býnum. Tó verður mett, at bert 50–100 fólk búgva har fast í dag. Eldgosini hava oyðilagt hús, bygningar og vegir. Hetta er ein greið áminning um, hvussu náttúruvanlukkur á stuttum tíðarskeiði kunnu broyta lívsgrundarlag og menningarmøguleikar.

Ferðin hevur givið holla vitan og íblástur um, hvussu havnir og býir við ymiskum fortreytum arbeiða við at taka ímóti ferðamannaskipum, menna ferðavinnu og tryggja, at upplivingin bæði fyri ferðafólk og borgarar er skipað og jalig. Hetta er vitan, sum kann brúkast í víðari arbeiðinum við at menna cruisevinnuna í Vági og skapa karmar, sum bæði gestir og borgarar kunnu hava gagn av.



Deil á facebook