TT

Ferðslan við SEV-húsið verður ávirka á Ljósfest

14.08.2025

Leygardagin verður ferðslan eftir Vágsvegi ávirka í samband við Ljósfest.

Í samband við, at Vágs Kommuna skipar fyri Ljósfest í vikuskiftinum, so verða ferðsluforðingar settar á vegastrekkið framvið parkeringsøkinum við SEV-húsið, sí reyðu merkini á myndini. Ferðsluforðingarnar eru fyri trygdina í samband við tiltøkini, sum fyriganga á økinum.

Hetta hevur við sær, at:

  • vegastrekkið er opið leygardagin tá barnaundirhaldið er, men ferðsluforðingar gera, at ferðin verður sett niður. Talan er um tíðarskeiðið klokkan 14.30-17.30. Vágs Kommuna viðmælir at ferðslan fer eftir Toftavegi og Fossavegi.
  • vegastrekkið er stongt fyri gjøgnumkoyring leygarkvøldið tá tónleikatiltakið er. Tó sleppa neyðsendarakfør ígjøgnum. Vegastongsilin er galdandi frá klokkan 17.30-02.00. Í hesum tíðarskeiðið verður víst til Toftaveg og Fossaveg.

Vágs Kommuna hevur fingið trygdarfyritøkuna VAKA at standa fyri trygdini í samband við Ljósfest.


Deil á facebook