TT

Filmurin um Róin Siggertsson vístur á Ljósfest

06.08.2025

Filmur er gjørdur um tónleikaran Róin Siggertsson úr Vestmanna. Filmurin eitur Róin, spælimaðurin við heimsins enda. Pætur Hjalmar Evensson hevur gjørt filmin, ið er eitt portrett av tónleikaranum.

Róin kom á heilt ungum árum fram, tá hann saman við Magna Christiansen hevði bólkin Róin og Magni.Teir spældu nógv til dans kring landið, men so fóru teir hvør sína leið, bæði ítøkiliga og tónleikaliga.

Birgir Kruse skrivar m.a. soleiðis um filmin á birkblog.blogspot.com:

58 minuttir við einum in your face portretti av sangaranum Róin Siggertsson úr Vestmanna, bygdin, sum stundum í filminum verður kallað Westworld, og hvast, men góðlynt sum flugan á vegginum, lýsir 19 ára gamla spælidrongin, sum fer heiman og til Danmarkar, og byrjar at nærkast heimlandinum og bygdini aftur sum vaksin, nú hann er 46.

Ein filmur um útlongsul og flyting, sum neyvan er tilætlaða, konsis og avtalaða, kanska eins nógv ein flýggjan, til okkurt, sum í løtuni fatast størri og betri, uttan at verða tað á einum tilvitaðum og realistiskum pláni, hugsi eg.

Men eisini treytaleyst at ofra seg fyri listina, at vilja hana, tónleikalistina, har sum møguleikarnir í løtuni tykjast bestir, og fara frá tí, ið fatast sum trongt og avmarkandi. Ein innistongdur útlongsul, er fatanin eg siti eftir við.

Øll umrøðan hjá Birgir Kruse kann lesast her Observerandi og vælupplagt rockportrett.

Filmurin verður vístur í Miðlatúni klokkan 14.00 leygardagin á Ljósfest. Róin verður til staðar og spælir nøkur løg.

Ljósfest 2025 verður í døgunum frá 15. til 17. august í Vági.


Deil á facebook