TT

Skráin til Ljósfest 2025

01.08.2025

Í vikuskiftinum 15., 16. og 17. august verður Ljósfest í Vági - har undirhald, mentan og tónleikur eru á skrá.

Ljósfest byrjar fríggjakvøldið 15. august, tá eitt kvøldartiltak við heiðranini av vágbingum, tónleiki og hugna verður. Leygardagurin er stóri dagurin og byrjar skráin fyrrapartin og hildið verður á til klokkan 04.00. 

Til ber at lesa skránna her og skráin verður dagførd loypandi, um so er, at fleiri tiltøk koma ella um smærri broytingar verða.

Vágs Kommuna hevur skrivað um ymsu tiltøkini og tónleikin, sum verður á Ljósfest. Í yvirlitinum yvir tíðindir her á heimasíðuni ber til at lesa um ymsu tiltøkini.


Deil á facebook