TT

Marius Ziska til Ljósfestina 2025

31.07.2025

Vit eru ómetaliga fegin um at kunna avdúka, at Marius Ziska aftur í ár verður partur av skránni á Ljósfestini í Vági! Tað hevur eydnast okkum at fáa eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki við á pallin leygarkvøldið 16. august.

Seinnu árini hevur Marius Ziska av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki. Hann hevur ferðast víða við sínum tónleiki, bæði í Føroyum og uttanlands, og samstarvað við nøvn sum Eivør og Føroya Symfoniorkestur – við stórfingnum úrslitum.

Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkennið fyri bólkin og fyri stílin, ið ikki er til at fara skeivur av.

Løg sum Nærveran, "Going Home", "Silvurlín" og "Ongin er Orsøk" eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum løgum hjá Mariusi.

Føroyingar hava av álvara tikið hann til sín. At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum og væluppløgdum tónleikarum kring seg, ger bara tónleikin og pallframførslurnar enn betur. Hetta varð staðfest á seinastu Ljósfest í Vági, har Marius bergtók okum øll við framúr framførðslu á pallinum.

Okur gleða okum til at uppliva Marius Ziska á pallinum leygardagin 16 august, tá Ljósfest verður í Vági.


Deil á facebook