TT

Danny & The Veetos til Ljósfestina í Vági!

24.07.2025

Okur eru fegin um at kunna kunngera, at Danny & The Veetos fara at framføra á Ljósfestini í Vági leygarkvøldið 16. august 2025!

Eftir ein steðg eru teir aftur – við frískum tónleiki, nýggjari orku og tí serligu nærveruni, sum hevur gjørt teir til eitt av mest elskaðu live-bólkunum í Føroyum. Danny & The Veetos hava vunnið hjørtuni hjá fólki kring alt landið – og seinasta framførsla teirra á G! Festival fekk áhoyrararnar uppá kók.

Nú er Ljósfestin fyri framman, og okur lova eina ógloymandi uppliving.

Ver við, tá teir spæla øll hittini – frá fangandi “Alright” til fleiri aðrar favorittar – í einum orkufullum og lívligum konsertkvøldi mitt í hjartanum av Vági.

Set kross í kalendaran: Leygarkvøldið 16. august – Danny & The Veetos á pallinum á Ljósfestini!


Deil á facebook