TT

Summartónar: Konsert í Vágs kirkju ónskvøldið 16. juli

11.07.2025

Ónskvøldið 16. juli verður konsert við Jože Kotar (klarinett), Luca Ferrini (klaver) í Vágs kirkju.

Klarinett spælarin Jože Kotar og klaver spælarin Luca Ferrini hava spælt saman í nógv ár. Teirra tónleikaskrá strekkir seg frá tí klassiska tíðarskeiðinum til nútíman, men best dáma teimum at framføra samtíðartónleik, ið er skrivaður á ein siðbundnan hátt, og jazz og live elektroniskan tónleik. Teir royna altíð at blanda ymsar stílartir og at spæla nýggj verk.

Konsertin byrjar kl 20.00 og er ókeypis.


Deil á facebook