TT

Section á pall til Ljósfest 2025

11.07.2025

Ein av bólkunum, ið fer at framføra á ársins Ljósfesti í Vági tann 16. august, er vælumtókti tónleikabólkurin Section úr Vági.

Section var virkin árini innan og eftir 1990 og varð aftur savnaður á Ljósfestini í 2023. Seinast Section stóð á palli, var á nýggjárinum 23/24 í Vági, tá okkara kæri Hans Jacob Hjelm stóð á pallinum sum frontsangari. Tað hevur verið ein sonn gleði at hoyra teir framføra saman aftur – og áhugin hevur verið stórur.

Tí varð avtala gjørd um, at Section skuldi spæla aftur á Ljósfestini í ár, 2025.

Upprunaligu limirnir í Section hava tó valt at fara á pall aftur – hesuferð uttan teirra kæra vin og forsangara – fyri at heiðra minni um vinmannin Hans Jacob Hjelm.

Vit fegnast um, at Section aftur verður við til ársins Ljósfest og við sínum tónleiki savnar okkum í einum felags minni og heiðri.

Section verða mannaðir soleiðis á Ljósfestini 2025:

Johannus Andreasen, sang
Rúni í Lágabø, keyboard og kór
Árni Joensen, rútmuguitar og kór
Jógvan Elias Thomsen, bass og kór
Ólavur Gaard, lead guitar
Dánjal Jákup Wiberg, trummur

 


Deil á facebook