TT

Kunngerð um broyting í byggisamtyktini

30.06.2025

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Vágs kommuna á fundi 25.06.25 samtykt at broyta byggisamtyktin og herav gera eina serstaka byggisamtykt galdandi fyri hesi økið

Fyri Løghamar eru hesar broytingar galdandi. Broytingar verða gjørdar tá ein nýggjur ítróttarháskúli skal byggjast í økinum og ein útbygging av heilsumiðstøðini:

Økið C6 -Økið á Løghamri er sett av til miðstaðarøkið. 

·       Økið er sundurbýtt í eindirnar: A, B og C

Eind A. 

Eindin verður til miðstaðaendamál, sum heilt ella lutvíst verða innrættað til heilsumiðstøðina, heilsubótar høli, handlar, matstovur, samkomuhús, skrivstovur, stovnar, mentunnar høli, spælipláss, fiskapláss/fiskastykki og tílíkt.

Eind B.

Eindin verður til neystabygging og miðstaðabygging og er galdandi at minni bygningar kunnu vera har við skapi sum neyst. Skjøldrar skulu vera millum 3 og 5 m breiðir, bygningar kunnu ikki byggjast saman. Møna skal vera á, og takhall skal vera minst millum 35 og 50 stig ella størri. Bygningur má bert vera í einari hædd. Bygningur má ikki vera hægri enn hægri enn 4,0 m til mønu mátað frá hæddarkotu 2,00. Útveggur má ikki vera lægri enn 2,7 metur.

Móti sjónum kunnu verða gjørdar nýggjar bátabrúgvar úr timbri, við drátti til neystini.

Neyst, bátabrúgvar og bátapláss skulu saman kunna nýtast í sambandi við bátavirksemi og ikki til búðstað ella yvirnátting. Og annars konstruktiónur í samband við ítróttarháskúlan so sum stál brúgv ella brúgvar.

Alt økið við bygningum, hús, torg, frítíðar økið, kai, brúgvar og onnur byggiverk skal vera atkomuligt fyri øll og skulu øll kunna ganga og uppihalda sær í økinum uttan avmarkingar. Byggistig fyri eind B er í mesta lagi 0,5.

Eind C.

Eindin verður til miðstaðaendamál, sum er til skúla, ítróttarháskúla, rørsluhøll, lærarar íbúðir, frítíðarøkið og virksemi annars í samband við ein ítróttarháskúla. Og annars konstruktiónur í samband við ítróttarháskúlan so sum stál brúgv ella brúgvar. Byggistigið má ikki fara upp um 0,6 og nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,75.

Bygningar kunnu ikki vera hægri enn lendiskotu 11 (gólv á miðhædd í HMS). Tó kunnu einkult torn og, meistrar og klattruveggir við meistra skap vera hægri.

Parkering 1 pláss til hvørja skrivstovu, 1,5 pláss til hvørja íbúðareind og 1 pláss fyri hvørjar 10 næmingar.

Kort - Løghamar C6

Ásetingar fyri B 13, 
Serstøk byggisamtykt. (Økið við Galtnaroyri)

Ætlanin við hesi serstøku byggisamtykt er at skipa íbúðarbygging fyri økið á Galtnaroyri. Byggjast skal við virðing fyri lendinum, soleiðis at útsýni og nøktandi ljósviðurskifti kunnu tryggjast til eitt fjølbroytt útboð av bústaðareindum.

1. Økið verður lagt út til íbúðarbygging.

2. Byggistigið má ikki fara upp um 0,5

3. Nettonýtslustigið má ikki fara uppum 0,7

4. Íbúðarbygningar mugu hava sama snið sum neyst fyri at at halda dámin á økinum.

5. Íbúðarbygningar skulu hava mønu og takhall millum 35 og 50 stig.

6. Íbúður mugu ikki verða bygd í meira enn 2 hæddum, (íroknað loftshædd) og ikki verða hægri enn 8,5 m til mønu, mátað frá hæddarkotu 2,00.

7. Íbúðin kann hava ein hems á max. 10 m2.

8. Ikki er lov at byggja lægri í lendiskotu enn 2,2 m yvir miðalhædd.

9. Í minsta lagið skal verða 1,5 parkeringspláss pr. íbúð. 

10. Skúrur/hjallur á 1½ m2 skal gerast til hvørja íbúð

11. Leveggur má vera 2 m frá framsíðuni

12.Ikki er loyvt at seta rekkverk upp.

13. Bygningseigarin ber allan kostnaðin av úbúnaði og rakstrinum av pumpibrunni og leiðingum annars.

14. Privat økið má/kann vera 3 m frá útiveggi og ímóti sjógvi, og tað skal vera frí gongd framvið sjóvarmálanum.

Kort - Galtnaroyri

 

Í neystaøkið E

verður henda áseting løgd afturat:

12.  Tað er bert lov at hava vesi í yvir hæddini og ikki í niðastu hædd. 

Og  verður henda áseting tikin burtur

1.     Økið verður lagt av til neyst og bátapláss og virksemi hevur samband við tey bilstøðlar o.t

og í staðin kemur henda áseting

1.     Økið verður lagt av til neyst og bátapláss og virksemi, ið hevur samband við tey.

 

Havna og vinnuøkið á D1 verður minkað við 3739m2

 

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Miðlatúnið í Vági í upplatingartíðini í
tíðarskeiðinum frá  30. Juni 2025 til 21. Juli 2025, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 11.august.2025.

Vágur hin 27. juni 2025


Deil á facebook