
Marglætisferðafólkaskipið Seabourn Venture vitjar
27.06.2025
Í morgun klokkan 7.45 legði ferðafólkaskipið Seabourn Venture at í Vágs havn. Talan er um størsta ferðafólkaskipið, sum nakrantíð hevur vitjað Vág.
Í dag vitjar enn eitt ferðafólkaskip Vág. Hesa ferð er tað marglætisskipið Seabourn Venture hjá Seabourn Cruise Line, sum liggur í Vági. Skipið hevur 232 ferðafólk umborð, umframt eina manning, sum telur yvir 200. Flestu ferðafólkini koma úr USA.
Ferðafólkini fara á útferðir bæði fyrrapartin og seinnapartin, har vitjað verður ymsa staðni í Vági, umframt náttúrumerkisstaðir kring Vág og í Suðuroynni.
Skipið varð bygt í 2022 og er 172 metrar langt.