
Hvarv á Ljósfest 2025
Tá Ljósfest 2025 verður í august, so verður ein av bólkunum ein aktuellur bólkur, nevniliga Hvarv.
Bólkurin gav tíðliga í vár út lagið ”Sálarfrændi mín”. Lagið hevur verið sera nógv at hoyra í ár. Hvarv er á gáttini við enn einum lag, ið er innspælt, og sum kemur á allar talgildar pallar fyrsta dagin. Og Hvarv hevur ætlanir um at útgeva enn eitt staklag seinni í ár.
Bólkurin Hvarv hevur mong ár á baki. Navnið sást fyrstu ferð síðst í nítiárunum, tá útgávan Rock í Føroyum 2 kom út. Har luttók bólkurin við lagnum «Fortíð, Nútíð, Altíð».
Í ár 2000 var bólkurin millum tey 19, ið slapp við á fløguna Vælskapt Brek. Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum «Vovið av Guði».
Bólkurin hevur ikki verið so virkin øll árini, tó at Hjalmar og Dagfinn hava verið á palli saman javnan øll árini. Og t.d. sangurin «Vovið av Guði» hevur fylgt teimum øll árini síðani útgávuna.
Manningin er annars sett saman av tónleikarum, ið hevur royndir og mong ár á baki á føroyska tónleikapallinum.
Hjalmar Magnussen var við í fleiri tónleikabólkum í Suðuroynni, t.d. Júmen, ið gjørdi um seg í nítiárunum, t.d. við síni luttøku í Prix Føroyar kappingini. Bólkurin er m.a. kendur fyri lagið «The Eagle», og fyri sína tulking av lagnum «Meg Minnist Eina Mynd».
Dagfinn var í áttatiárunum við í tónleikabólkinum Springs úr Hoyvík, ið gav út útgávu í 1989, har t.d. løgini «Lotið» og «Bøllefrø» eru kend. Í 1997 gav Dagfinn útgávu út undir egnum navni, har m.a. løgini «Fagri Flokkur» og «Prikkuta Mona» gjørdust kend. Og í fjør góvu Dagfinn og Kim Hansen út lagið «Tíð, ið koma skal», og hevur lagið verið sera nógv at hoyra.
Neil er kendur frá samstarvinum við Eyðun Ásason og við Guðrun Sólju Jacobsen. Neil og Eyðun spældu sera nógv fyri eini 10-15 árum síðani. Men eisini í Hvarv, ella saman við Hjalmar og Dagfinn, hevur Neil verið virkin í mong ár.
Dánjal Jákup var við í kenda suðuroyarbólkinum Wild Child í nítiárunum, og spældi seinni í fleiri øðrum bólkum, so sum Júmen og Wolfgang. Og hann hevur verið virkin í Hvarv, umframt mongum øðrum bólkum.
Hvarv fer at spæla sangir, sum hava fylgt teimum á leiðini, umframt sangir, sum bólkurin hevur givið út, og sum koma út í ár.» Sálarfrændi mín» stendur sjálvandi á skránni, umframt aðrar oyrahangarar, og so ætlar bólkurin eisini at spæla løg, ið seta lív í á Ljósfestini 2025.
Tá Hvarv fer á pall á Ljósfest 2025, hava teir eisini Høgna Fagraberg við sær, og góði guitarleikarin, ið er kendur úr fleiri bólkum, kann bara borga fyri, at framførslan gerst enn betri.
Sálarfrændi mín hoyrist her.
Manningin í Hvarv seinnu árini hevur verið hendan:
Hjalmar Magnussen, sang og guitar,
Dagfinn Olsen, bass og kór
Neil Joensen, guitar og kór
Dánjal Jákup Wiberg Holm, trummur og kór