
Enn ber til at melda seg til Ung í arbeiði 2025
19.06.2025
Um tað sita ungfólk í Vágs Kommunu, ið ynskja at vinna sær nøkur oyri í summar, so er enn møguleiki at melda seg til Ung í arbeiði.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi og kann m.a. fevna um fríðka, lúka, mála, upprudding, viðlíkahald av gøtum og vegum og so framvegis.
Umsøkjarin má vera fyltur 14 ár, áðrenn 23. juni, men má ikki verða fyltur 17 ár áðrenn 4. juli.
Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Byrjað verður mánadagin 23. juni. 2025 og arbeitt verður í 2 vikur, 4 tímar um dagin.
Áhugaði kunnu melda seg til Ung í arbeiði her
Um spurningar ella ivamál eru, kann ringast á telefon 66 30 00 ella senda teldupost á vagur@vagur.fo.