
Hov, Porkeris, Sumbiar og Vágs kommuna vilja styrkja Heilsudepilin í Vági, fundur hevur verið við landstýriskvinnuna í heilsumálum.
Hov, Porkeri, Vágs og Sumbiar kommuna hava havt ein góðan og konstruktivan fund við landstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, har tær løgdu fram ætlanina um eina útbygging av Heilsudeplinum í Vági.
Heilsudepilin í Vági er í dag eitt týðandi miðdepil fyri heilsutænastur í Suðuroynni og hýsir longu fleiri tænastum, sum tænir borgarum úr øllum kommunum í Suðuroynni. Men við vaksandi krøvum um, at heilsutænastur skulu vera tættari borgarunum og lættari atkomuligar, hava kommunurnar arbeitt við einari ítøkiligari ætlan um at víðka og menna Heilsudepilin.
Ein grundleggjandi partur av Heilsudeplinum eru kommunulæknarnir. Í dag eru tveir fastir kommunulæknar knýttir at deplinum, men við einari útbygging verður møguleiki at hýsa upp til fýra kommunulæknum. Hetta verður mett at vera ein neyðug loysn fyri at møta framtíðar tørvi á læknaviðtalu og at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki.
Kommunurnar leggja dent á, at ein styrking av Heilsudeplinum í Vági ikki bert tænir teimum, sum búgva í nærumhvørvinum, men eisini virkar til gagns fyri alla Suðuroynna við at tryggja, at heilsutænastur verða veittar á einum høgum støði, eisini uttan fyri miðstaðarøkið.
Tær fýra kommunurnar takka landstýriskvinnuni fyri ein góðan og virðiligan fund, og síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv um at tryggja heilsutænastur í Suðuroynni frameftir.