TT

Ein hjartalig tøkk fyri eina ógloymandi kongavitjan í Vági

16.06.2025

Jeg vil bera eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við til at gera kongsvitjanina í Vági til ein stórfingnan og minnisríkan dag fyri okkum øll.

Takk til øll tykkum, sum møttu upp á havnalagnum og Tvøroyrar Hornorkestur fyri at skapa eina hátíðarliga og hjartaliga móttøku, veitrandi fløggum og góðum stemningi. Tað var ein løta, sum veruliga vísti samanhald og stoltleika í Vágsbygd.

Takk til FabLab og Vesturgarð Ullavask fyri eina sera áhugaverda og gevandi framløgu um tykkara virksemi fyri kongshjúnunum. Tykur vístu á eina nýskapandi framtíð her á staðnum, ein sannur styrkur fyri bygdina og Suðuroynna.

Jeg vil eisini takka Ítróttarháskúlanum í Suðuroy fyri eina uppliving, sum gjørdi vitjanina fullkomna fyri kongavitjanina.

Eisini takk til fyritøkurnar, ið vístu sítt virksemi fram tykkara íkast var við til at vísa kongshjúnunum, hvussu fjølbroytt og livandi vinnulívið í Vági er.

Ein hjartalig tøkk fer til Hamragarð fyri væl fyriskipaðan og hugnaligan miðmála. Takk til starvsfólk og búfólk, sum tóku so væl ímóti og skaptu eina løtu merkta av nærveru og virðing.

Jeg takki somuleiðis Løgmansskrivstovuni fyri eitt framúr gott samstarv. Tað var ein stórur heiður, at Vágs kommuna slapp at vera partur av kongavitjanini og at taka ímóti kongshjúnunum her í okkara vøkru bygd.

At enda fari jeg at takka starvsfólkunum hjá Vágs kommunu fyri tykkara fyrireikingar og arbeiði, bæði undan og undir sjálvari vitjanini. Uttan tykkum hevði hetta ikki borið til.

Hetta var ein dagur, sum fer at liva leingi í minnum, og eitt dømi um, hvat okur kunnu skapa saman, tá allar góðar kreftir arbeiða fyri sama málið.

Bjarni Johansen

Borgarstjóri



Deil á facebook